Innanlands

Mølur í mjølblanding

Heilsufrøðiliga kallar aftur Coop-vøru

2022-10-11 08:40 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Heilsufrøðiliga Starvsstovan afturkallar nú eina vøru, tí mølur er staðfestur í vøruni, ið ger hana óegnaða til matna.

Talan er um eina vøru frá Coop Danmark, sum kallast ‘Amo koldhævede softkerneboller”. Talan er um eina mjølblanding við 900 grammum í pakkunum.

“Møl ger, at vøran ikki er egnað til matna”, staðfestir starvsstovan á netinum, og mælir tí at pakkarnir verða tveittir burtur ella latnir aftur til handilin, haðani teir eru keypt.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder