Uttanlands

Monika gjørdist nummar sjey

- Eg komi aftur sterkari og betri fyrireikað, sigur føroyska Monika Midjord Nolsøe, sum í gjár luttók í finaluni í Miss Universe Denmark

Monika Midjord Nolsøe (Mynd: Miss Universe Denmark)

Monika Midjord Nolsøe (Mynd: Miss Universe Denmark)

2019-06-08 14:18 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjárkvøldið var finalan í ársins Miss Universe Danmark kapping hildin í Cirkusbygningen í Keypmannahavn.

25 kvinnur kappaðust um heiðurin at gerast Miss Universe Denmark og harvið sleppa at umboða Danmark í altjóða vakurleikakappingini Miss Universe seinni í ár, har fleiri enn 90 aðrar tjóðir luttaka.

Føroyski luttakarin, 20 ára gamla Monika Midjord Nolsøe úr Vági, endaði á einum sjeynda plássi, meðan 22 ára gamla Katja Stokholm úr Odense fór avstað við krúnuni.

Hetta var ikki fyrsta vakurleikakappingin hjá Moniku Midjord Nolsøe. Í 2017 luttók hon í Miss Føroyar til tiltakið Burn Showdown.

Í dagføring á Instagram skrivar Monika, at hon er sera glað um stuðulin, hon hevur fingið bæði úr Føroyum og aðrastaðni frá, og at hetta ikki verður hennara seinasta vakurleikakapping.

- Hetta fekk meg ikki at missa mótið. Eg ætli mær at fyrireika meg til mína næstu vakurleikakapping; nær tað verður, fer tíðin at vísa, men eg komi aftur sterkari og betri fyrireikað.

Úrslitið frá ársins Miss Universe Denmark kapping sæst her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder