Innanlands

Monika Midjord Nolsøe nummar seks í World Beauty Queen

20-ára gamla kvinnan úr Vági vann eisini heiðurin fyri besta kropp í kappingini í Suður Korea, sum júst er liðug

Monika Midjord Nolsøe til høgru, saman við luttakaranum úr Brasil, ið endaði á 2. plássi (Mynd: World Beauty Queen)

Monika Midjord Nolsøe til høgru, saman við luttakaranum úr Brasil, ið endaði á 2. plássi (Mynd: World Beauty Queen)

2019-08-27 17:18 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Stóra finalukvøldið í World Beauty Queen í Suður Korea hevur verið. Har er farið um midnátt, og kappingin endaði við, at Chane Oosthuizen úr Suðurafrika vann.

Monika kom í finalubólkin, topp-6, og endaði á 6. plássið. Hetta verið nevnt 5th runner-up. Har luttóku 28 kvinnur úr 28 ymiskum londum kring heimin. 

Monika Midjord Nolsøe umboðai Danmark, eftir at hon hevði staðið seg væl til Miss Universe Danmark í summar.

Vágskvinnan vann Best Body Award - heiðurin fyri besta kropp.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder