Mentan

Monika og Andrea Stauss konsertir í Eysturoynni

Violinleikarin Monika Stauss Joensen og klaverleikarin Andrea Stauss Hofmann hava konsert í Leirvík týsdagin og í Fuglafirði hósdagin

2026-06-22 10:40 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Violinleikarin Monika Stauss Joensen og klaverleikarin Andrea Stauss Hofmann eru systrar og upprunaliga úr Sveis.

Tey síðstu árini hava teir báðar regluliga spælt konsertir kring Føroyar, samstundis at tey eru sera virkin í Sveis, og hesa vikuna spæla tær tvær konsertir í Eysturoynni.

Tann fyrra verður í Bátasavninum í Leirvík týsdagin  23. juni klokkan 20. Hon er partur av konsertrøðini Summartónar, sum felagið Føroysk Tónaskald aftur í ár skipar fyri.

Seinna konsertin verður í Riberhúsi í Fuglafirði hósdagin 25. juni klokkan 20.

Meðan systrarnar framføra, vísa tey á stórskýggja barnamyndir úr Sveis, sum pápi teirra hevur tikið.

Monika og Andrea byrjaðu at spæla violin og klaver, tá tær vóru ávikavist sjey og átta ára gamlar. Longu fýra ár seinni bergtóku tær á “Yecklin competition” í kamarmusikki í Zúrich.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder