Innanlands

Monika og Ólavur hava konsert í Leirvíkar kirkju áðrenn konsertferðina

Monika Stauss Joensen á violin og Ólavur Jakobsen á gittara, fara at framføra í Leirvíkar kirkju um eina viku, mikukvøldið 27. apríl. Talan er um fjølbroytta skrá. Í mai skulu tey á konsertferð í Sveis

2022-04-20 16:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Monika Stauss Joensen og Ólavur Jakobsen hava spælt nógvar konsertir saman, og í mai skulu tey fyri aðru ferð á konsertferð til Sveis

Áðrenn tað fara tey at framføra í Leirvíkar kirkju. Hetta er um eina viku, mikudagin 27. apríl klokkan 20:00.

Heimasíðan hjá Eysturkommununi skrivar, at Monika og Ólavur hava lagt seg eftir  at seta skránna saman, so hon hevur tónar úr tí serstaka bel canto-tíðarskeiðinum, norðurlendskar tónar eftir Grieg, William Heinesen, Jens Christian Svabo, brellbita av ungverskum Czardas og so okkurt forkunnugt úr Sveis, heimlandinum hjá Moniku

Monika Stauss Joensen spælir violin, og Ólavur Jakobsen spælir gittara.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder