Mentan

Montessori í Filmsfelagnum

Filmsfelagið byrjar aftur eftir summarstøðgin við fronskum filmi um slóðbrótandi italska kvinnu

2024-08-22 10:50 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Eftir summarsteðgin byrjar Filmsfelagið aftur mikudagin við nýggja franska filminum um italsku Mariu Montessori - ”Modernaða kvinnan”.

Frida Poulsen ph.d. í námsvísindum, adjunktur, útbúgvingarleiðari og varadekanur á Námsvísindadeildin á Setrinum, fer at innleiða sýningina.

[object Object]
Frida Poulsen

Í ævisøguliga filminum førir Léa Todorov, sum er fødd í Paris í 1982 og er av bulgarskari ætt, okkum aftur til gamla Paris, tey fyrstu árini í 1900-talinum.

Har møta vit Lili d’Angely, ið er kend sum courtisane, men í loyndum eisini er mamma. At verja um vællýdda ryktið, hevur lættlivandi kvinnan fjalt tann veruleika, at hon eigur eina dóttir, ið hevur ilt við at læra.

Í villareið fer Lili til Rom, at fáa hjálp frá Mariu Montessori (1870-1952), sum er lækni og lærari, ið síðan 1897 hevur lagt seg eftir nýggjum og kollveltandi námsfrøðiligum mátum at fáa børn at læra í eini skúlastovu, Casa dei Bambini, sum hon fór undir í 1907.

Men sjálv hevur Maria eins og Lili eitt loyndarmál, ið av borgarligum ávum skal fjalast fyri umheiminum: Hóast Maria ikki er gift, eigur hon sonin Mario (1898-1982).

Tá Maria ein dag verður sett í eina tvístøðu og skal velja millum antin sonin ella yrkisleiðina, møtast tær báðar kvinnurnar og leggja allar kreftir í at fáa fótafesti í tí heimi, har bara pláss er fyri monnum – og tær skapa søgu!

Í 1909 leggur Maria Montessori fram “Il metodo della pedagogia scientifica”.

Í hesum hugvekjandi og nemandi filmi hevur Jasmine Trinca høvuðsleiklutin sum hin víðagitna Maria Montessori, meðan Césarvirðislønta Leila Bekhti er Lili d’Angely.

[object Object]

Sofía Nolsøe á løriftinum leygarkvøldið 31. august

Næsta sýning í Filmsfelagnum er longu leygarkvøldið 31. august kl 20, tá ”Mørkeland”, har Sofia Nolsøe Mikkelsen er við sum Katrine Tabor-Nielsen, verður vístur. Hon er við í ”No Rest for the Wicked”, sum verður upptikin kring landið beint nú. Leikararnir og upptøkuliðið verða við til sýningina í Filmsfelagnum leygarkvøldið.

“Maria Montessori – La Nouvelle femme” verður sýndur í Havnar Bio mikukvøldið 28. august kl. 20. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder