2020-01-22 16:02
Bretski sjónleikarin Terry Jones, sum tey flestu nokk kenna frá Monty Python, andaðist týsdagin 77 ára gamal. Tað váttar familja hansara.
Sambært Ritzau, stríddist hann í fleiri ár við einum sjáldsamum slagi av demens, FTD, og andaðist hann við konu sínari, Anna Söderström, við sína lið.
FTD er øðrvísi enn eitt nú alzheimers, av tí at hon rakar fólk fyrr í lívinum – sum oftast, tá sjúklingurin er millum 45 og 65 ár.
Terry Jones var ein av seks limum í bretska bólkinum Monty Python. Ein annar limur í bólkinum, Graham Chapman, andaðist í 1989.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald