Iran hevur nú avtikið umstríddu moralsku løgregluna, skriva fleiri tíðindastovur í dag.
Síðan miðskeiðis í september hava stór mótmæli verið í Iran, eftir at 22 ára gamla kvinnan, Mahsa Amini doyði, meðan hon varð í varðhaldi hjá moralsku løgregluni, sum varð sett á stovn undir fyrrverandi forsetanum, Mahmoud Ahmadinejad í 2006.
Mahsa Amina varð handtikin, tí hennara hijab (turriklæði) sambært myndugleikunum ikki fjaldi hár hennara nóg væl. Meðan hon var í varðhaldi hjá løgregluni misti hon vitið og lá í koma í tríggjar dagar, áðrenn hon andaðist 16. september.
Sambært tíðindastovunum AFP og dpa hevur høvuðsákærin í Iran, Mohammad Jafar Montazeri váttað, at moralska løgreglan verður avtikin.
– Moralska løgreglan er blivin avtikin, men dømandi myndugleikarnir halda fram at taka hond um sosialar avbjóðingar, sigur hann.
Herfyri segði hann eisini, at bæði tjóðartingið og dømandi valdið arbeiðir við einari møguligari broyting av lógini um høvuðbúna.
Mótmælini, sum hava verið seinastu tíðina, er millum tey størstu, sum hava verið móti iranska prestastýrinum, síðan tað kom til valdið í 1979.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald