Hósdagin boðaði bretski forsætisráðharrin, Liz Truss frá, at hon fór at leggja frá sær eftir bert 44 dagar í Downing Street 10.
Eftirmaður hennara skal finnast áðrenn næsta vika er av, fyrsta valevnið at bjóða seg fram var Penny Mordaunt, núverandi forkvinna í bretska undirhúsinum, sum eisini stillaði upp til formansvalið í summar, eftir at Boris Johnson hevði lagt frá sær.
Og júst Boris Johnson, sum annars kortsíðani mátti leggja frá sær sum forsætisráðharri, eftir at ráðharrar í hópatali høvdu lagt frá sær fyri at mótmæla handfaring hansara av fleiri gølum, verður mettur at kunna taka sessin aftur frá Liz Truss.
Boris Johnson kom í morgun aftur til London eftir at hava verið í feriu sunnanfyri. Sambært Reuters hevur hann ikki alment boðað frá, at hann stillar upp til formansvalið, men James Duddridge, handilsmálaráðharri sigur seg hava fingið at vita frá Johnson sjálvum, at hann er sinnaður at stilla upp.
Valevni skulu hava undirtøku frá í minsta lagi 100 limum í konservativa flokkinum, áðrenn mánadagin fyri at luttaka í fyrsta valumfarinum.
Sambært The Guardian hevur Rishi Sunak, fyrrverandi fíggjarmálaráðharri undir Boris Johnson, sum eisini endaði við at gerast seinasti mótstøðumaður hjá Liz Truss undir seinasta formansvalinum, fingið undirtøku frá yvir 100 tinglimum. Boris Johnson hevur í skrivandi stund undirtøku frá 50 limum, meðan Penny Mordaunt hevur undirtøku frá 22.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald