2024-02-27 19:27
Hoyvíkar kirkja fer framyvir at bjóða morgunkaffi í kirkjukjallaranum hvønn mikumorgun frá klokkan 10.
Hesum boðar Hoyvíkar kirkja frá í skrivi í dag.
Talan er um eitt heilt nýtt tiltak, og tað skal vera við til at lata dyrnar upp og fáa fólk at savnast.
- Aðalmálið við tiltakinum er at lata kirkjudyrnar upp og geva fólki møguleika fyri at hittast til hugnaliga samveru í kirkjuni hvørja viku.
Byrjað verður við morgunkaffi í morgin, mikudagin 28. februar klokkan 10.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald