2019-11-03 09:30
Hoyvíkar kirkja er nú 12 ár, og á hvørjum ári verður vígsludagurin hildin fyrsta sunnudag í november, alla halganna sunnudag. Soleiðis verður eisini hesaferð.
Frá kl. 10 nú sunnumorgunin 3. november eru øll boðin til morgunmatar í kirkjukjallaranum.
Kl. 11 verður hátíðarguðstænasta, har Bergtórur Hjelm Bjarkhamar prædikar og hin sóknarpresturin, Theodor Eli Dam Olsen, eisini er við.
Tvey børn verða borin til dópin, og Ragnar Olsen spælir klassiskan guitar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald