
Nýggja danska politiska spenningssøgan, ‘Mørkeland’, er sjálvstøðugt framhald av vældámda filminum, ‘Kongekabale’, sum Nikolaj Arcel leikstjórnaði. Ikki færri enn 550.000 biografgangarar sóu filmin, tá hann kom fram í 2004, og vann fremstu donsku virðislønir.
Nú er Mikkel Serup (f.1973) leikstjóri. Hann hevur fyrr gjørt ‘Kastanjemanden’ og ‘Forbrydelsen’.
‘Mørkeland’, ið kom út sum bók í 2019, er um, hvussu fólkaræðið hevur tað beint nú, siga donsku filmsframleiðararnir.
Hendingarnar byggja eins og í undanfarna føri á skaldsøgu hjá journalistinum Niels Krause-Kjær (f.1963), sum síðan 2014 hevur verið vertur á sjónvarpssendingini ‘Deadline’.
Í filminum síggja vit aftur Anders W. Berthelsen í høvuðsleiklutinum sum journalisturin Ulrik Torp og starvsfelagan Henrik Moll (Nicolas Bro), sum nú er blaðstjóri á Dagbladet.
Moll sendir Torp í Innanríkismálaráðið, har ein ungur fulltrúi er myrdur.
Sum Torp arbeiðir seg gjøgnum drápsmálið, kemur hann eftir, at hendingarnar føra hann beint í føvningin á eini politiskari samansvørjing, ið skeiklar sjálvt grundarlagið undir samfelagnum, sum vit kenna tað. Men tey einastu, ið vilja lurta eftir gravandi krimijournalistinum, eru ungu fólkini, Emma (Mathilde Arcel) og Simon (Patrick A. Hansen), sum eru í starvsvenjing á Dagbladet.
Við í ‘Mørkeland’ er eisini føroyska Sofia Nolsøe Mikkelsen sum Katrine Tabor-Nielsen. Hon er við í ‘No Rest for the Wicked’, sum verður upptikin kring landið beint nú. Leikararnir og upptøkuliðið verða við til sýningina í Filmsfelagnum leygarkvøldið.
‘Mørkeland’ verður sýndur í Havnar Bio leygarkvøldið 31. august kl. 20
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald