Á heysti í fjør var Morten Østergaard ein av almennu persónunum í Danmark, ið kom í brennidepilin orsakað málum um óhóskandi atburð mótvegis kvinnum. Í dag hevur Østergaard boðað frá, at hann gevst í politikki.
7. oktober var kreppufundur í Radikale Venstre. Har kom fram, at tað var Morten Østergaard, ið legði hondina á lærið á floksfelagnum Lotte Rod fyri nøkrum árum síðani. Eftir fundin var greitt, at Østergaard ikki longur var formaður í flokkinum, og stutt eftir kom fram, at hann hevði borið seg at á óynsktan hátt mótvegis kvinnum í fleiri førum í millum annað fyllskapi.
Morten Østergaard fór í farloyvi úr fólkatinginum. Tað er hann framvegis, og tað verður hann restina av tingsetanini. Hann er framvegis við at koma koma fyri seg og hevur í longum uppslagið á Facebook í dag boðað frá, at hann ikki stillar upp aftur til komandi fólatingsval.
Harvið gevst fyrrverandi formaðurin hjá radikala vinstra heilt í donskum politikki - beinleiðis orsakað av málunum, sum snúgva seg um hansara atburð mótvegis kvinnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald