Uttanlands

Mosambik: Í minsta lagi 446 fólk deyð

Mett verður, at 531.000 fólk eru rakt av melduródnini Idai, og 110.000 fólk búgva í løtuni í legum

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2019-03-24 10:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Deyðstalið í Mosambik, sum fyri viku síðani varð rakt av melduródnini Idai, økist.

Sambært Celso Correia, umhvørvismálaráðharra, er deyðstalið higartil komið uppá 446 fólk.

Sambært myndugleikunum verður eisini mett, at uml. 531.000 fólk eru rakt av melduródnini. 110.000 fólk eru farin frá hús og heim og búgva í løtuni í legum.

Tað er ein vika síðani, at melduródnin Idai rakti Mosambik. Sambært Politiken var vindstyrkin upp móti 47 m/s, áðrenn ódnin helt fram móti Malavi og Simbabvi.

Eisini í Simbabvi hevur ódnin kravt nógv mannalív, men enn er ógreitt hvat deyðstalið er har.

Í Malavi eru í minsta lagi 56 fólk deyð orsakað av melduródnini og regninum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder