Í Mosambik, sum var rakt av melduródnini Idai síðsta fríggjadag, standa fólk enn uttan mat, reint drekkivatn og tak yvir høvdið, og í løtuni hevur ein stórur partur av fólkinum brúk fyri hjálp uttanifrá fyri at klára seg.
Felagsskapir sum UNICEF og Reyði Krossur eru komin til landið við heilivági, mati og útgerð til at reinsa vatn, men tað er torført at deila hetta út til fólkið.
Orsakað av melduródnini eru stór øki nevniliga undir vatni, og tí er tað summastaðni ógjørligt at ferðast á landi. Sostatt noyðast fólk hjá hjálparfelagsskapunum at ferðast í báti ella tyrlu.
Tað er nú tíggju dagar síðan, at Idai rakti Eysturafrika, og summi fólk hava ikki fingið meira enn ein posa av spaghetti síðan tá. Annars hava tey livað av fiski, sum tey sjálvi hava fiskað.
Í býnum Buzi sova fólk á hústekjum ella í teimum fáu bygningunum, sum ikki eru undir vatni, aðrastaðni búgva fólk eisini í trøum, tí tað ikki er gjørligt hjá teimum at ferðast á landi. Nógv fólk hava heldur einki annað enn tey klæðini, tey eru í.
Aðrastaðni hava fólk ikki enn fingið vitjan av hjálparfelagsskapunum, og sambært DR mangla tey tyrlur, sum kunnu flyta mat og annað út til tey neyðstøddu.
Fleiri eru eisini vorðin álvarsliga sjúk av tí at tey ikki hava reint drekkivatn.
Umframt Mosambik vórðu eisini Simbabvi og Malavi rakt av melduródnini Idai, og talið av deyðum er nú 750, men hildið verður, at tað veruliga talið er nógv hægri. Myndugleikarnir óttast fyri, at fleiri enn 1000 fólk hava latið lív, og at talið bara fer at vaksa.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald