2023-07-30 17:00
Í nátt varð aftur boðað frá einum dronuálopi á russiska høvuðsstaðin, Moskva.
Sergej Sobjanin, borgarstjóri í býnum, upplýsir, sambært Reuters, at tveir skrivstovubygningar í býnum fingu eitt sindur av skaða, men at eingin fólkaskaði var.
Álopið sigst at vera framt við trimum ukrainskum dronum.
Hetta er triðju ferð hesa vikuna, at boðað er frá dronuálopi á Moskva. Hinar fráboðanirnar komu mánamorgunin og fríggjadagin.
Russland vil vera við, at Ukraina stendur aftanfyri álopini, men Ukraina hevur ikki tikið ábyrgdina fyri tey.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald