Innanlands

Møt til tíðina - lat ikki arbeiðið bíða og ver reiðiligur

Tann í dag 97 ára gamli pápin var við til at geva soninum gott í beinið á sinni og sum nú kundi halda meira enn 40 ára starvsdag.

Feðgarnir Heri og Gunnar Mohr saman við Poul Michelsen á 40 ára starvsdegnum hjá Gunnari. Mynd Jan Müller

Feðgarnir Heri og Gunnar Mohr saman við Poul Michelsen á 40 ára starvsdegnum hjá Gunnari. Mynd Jan Müller

2022-05-07 19:18 Author image
Jan Müller
placeholder

-Møt til tíðina - lat ikki arbeiðið liggja og bíða og ver reiðiligur. Hetta varð boðskapurin ella ABCið, sum pápi lærdi meg, tá eg skuldi út í arbeiðslívið fyri fyrstu ferð og byrjaði hjá Poul Michelsen einans 17 ára gamal í 1979 segði Gunnar Mohr, stjóri í heilsølufyritøkuni PM, tá hann fríggjadagin kundi hátíðarhalda sín 40 ára starvsdag í eini av teimum stóru  fyritøkunum í høvuðstaðnum. Og við sína lið hevði hann ongan minni enn júst pápa sín, tann 97 ára gamla Hera Mohr, sum øll hesi mongu ár hevur verið ein partur av býarmyndini í Havn. 

[object Object]

Gunnar Mohr, stjóri, Poula Michelsen, nevndarforkvinna og Poul Michelsen, fyrrverandi stjóri. Mynd Jan Müller.

Fitt av fólki, bæði kundar, starvsfólk, vinfólk og  kenningar, høvdu leitað sær niðan á Hoyvíksveg 74 at vera partur av løtuni, tá hesin kendi havnarmaðurin, eitt nú frá HB tíðini kundi fegnast um heili 42 góð arbeiðsár hjá Poul Michelsen. Ætlanin var at halda dagin fyri tveimum árum síðani, men korona forðaði fyri hesum. So nú skuldi tað vera. 

[object Object]

Feðgarnir Gunnar og Heri saman við Poul Michelsen. Mynd Jan Müller

Hetta var ein rørandi løtu, nú skjótt 100 ára gamli faðirin kundi vera millum gestirnar og eisini hevði nøkur góð orð á vegnum. Vit geva Hera orðið:

-Gunnar fekk realprógv og mól i bynum og gjørdi einki til nyttu. Eg kendi væl eldra beiggja Poul Michelsen, og so hugsaði eg ein dagin, um eg ikki skuldi fara at tosa við hin beiggjan, Poul sjálvan. Og tað bar so á, at eg fekk orð á Poul í Havnar Klubba, og orðini okkara millum fullu nakað soleiðis: -Eg havi ein drong har heima, sum júst er liðugur við skúlan, hevur tú ikki eitt gólv hann kann feiða. Hevur tú ikki brúk fyri einum røskum ungum manni.  Og Poul var skjótur at svara: -Send hann niðan, so eg kann síggja hann. Og har er hann Gud hjálpi meg enn segði Heri og legði aftrat: -Og tað er eitt ótrúligt arbeiði, sum er komið til sjóndar, ikki minst millum tykkum báðar Gunnar og Poul. Tað hava tit klárað til UG og nógv meira enn tað. 

Poul Michelsen mintist eisini væl hesa løtuna  í Havnar Klubba fyri nú 42 árum síðani og helt fyri, at hetta man hetta hava verið tann besta ølin hann nakrantíð hevði fingið.

[object Object] 

Gott stjóralag - Gunnar og Poul. Mynd Jan Müller

Gunnar sjálvur hevði alt gott at bera sínum arbeiðsplássi, sínum starvsfeløgum og ikki minst sínum gamla stjóra. Men hevði fyrst hesi orðini til pápa sín: -Tað var ikki minst tú, sum formaði meg sum persón eins og tú legði stóran dent á meg sum menniskjað, og eg havi ongantíð gloymt tíni góðu ráð, sum tú nevnir fyri ABCið í arbeiðslívinum: Møt altíð til tíðina. Lat ikki arbeiðið liggja og bíða og arbeið skjótt og ver reiðiligur, so gongur tað nokk.

[object Object] 

Sólrun, sum tók við sum stjóri í 2004, tá maðurin Poul gjørdist borgarstjóri í Tórshavnar kommunu her saman við Gunnari og dóttrini Elin. Mynd Jan Müller 

[object Object]

Poula, nevndarforkvinna og Poul, fyrrv. stjóri. Mynd Jan Müller

Og Gunnar helt eisini, at hetta passaði eisini gott til tíðina hjá Poul. So teir báðir hava  ikki verið so ólíkir. Gunnar helt fyri, at øll hesi 40 árini hava verið sera spennandi, nú virkið alla tíðina hevur verið í stórari menning, og hann sjálvur er sloppin at vera partur av nærum øllum skipanunum í húsinum. Hesi hepnu gongd kunnu vit eisini takka teimum fýra leiðarum, Kurt, Gert, Villy og Claus, sum komu úr Danmark  til Føroya at leggja okkum lag á.  Teir eins og øll hini starvsfólkini hava havt  alstóran týdning fyri fyritøkuna.

[object Object]

Gunnar saman við abbadóttrini, dóttrini og versoninum. Mynd Jan Müller

Nógvar broytingar eru hendar í fyritøkuni øll árini. Tá Gunnar byrjaði har vóru tey 11. Í dag eru tey umleið 180. Tá Poul tók við sum borgarstjóri í Havn í 1981, tók konan Sólrun  við sum stjóri og sat til 2008. Gunnar gjørdist hjástjóri í 2004 og stjóri fyri allari fyritøkuni fyri seks árum síðani. Og tað hevur ikki gingið minni gott síðani tá. Fyritøkan veksur og útbyggingar standa fyri framman.  

[object Object]

FK veteranar vælmøttir til móttøkuna hjá Gunnari her saman við The Grand Old Man, Poul Michelsen. Mynd Jan Müller

Poul Michelsen hevði eisini nøkur góð orð at bera Gunnari: 

-Maðurin er 58 ára gamal og hevur verið her í meira enn 40 ár. Hann  sær so gott út, at man kundi spurt, um hann als ikki hevur slitið í tí. 

Vit hava roynt at hava lágar gáttir og ikki býta fólk upp í klassar, og tað eigur Gunnar stóran part av æruni av. Tað, sum m.a. eyðkennir Gunnar, er hansara stóra útstráling, góða kontakt til kundar, starvsfólk og innkeyparar uttanlands. 

[object Object]

Heðin Mortensen, borgarstjóri, sum ikki einaferð altíð tilreiðar at heiðra havnarfólk í trúgvari tænastu. Mynd Jan Müller

-Tú hevur ein máta at vera uppá, sum eggjar og gevur íblástur til øll. 40 ár borgar fyri nøkrum. Tað merkir i roynd og veru, at fólk trívast og  hava tað gott her helt Poul fyri og vísti á, hvussu tíðirnar eru broyttar. Tá Gunnar byrjaði vóru meira enn 200 handlar kring landið, og tá hevði persónliga sambandið stóran týdning. Ì dag eru trý samtøk, sum kappast um kundarnar. Støðið er betri, og úrvalið tað sama sum uttanlands, og tað er einki minni enn eitt bragd.  Ein stór broyting hendi, tá partar av søluni vóru liberaliseraðir og hevur tað havt við sær, at vit hava fingið eitt meira opið og alment samfelag, sum líkist tí uttanlands og sum hevur gjørt, at fleiri fólk vilja flyta heimaftur. 

[object Object]

Kappingarneytin Poul Hansen millum tey fyrstu at ynskja Gunnari tillukku. Mynd Jan Müller

[object Object]

HB felagar í góðum hýri. Mynd Jan Müller

[object Object]

[object Object]

Fíggjarstjórin hevði mong góð orð at bera Gunnari. Mynd Jan Müller

[object Object]

Familjan varð væl umboðað. Mynd Jan Müller

[object Object]

[object Object]

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder