
- Royndirnar vísa, at tað gongur ógvuliga illa at fáa fólk at støðast á líknandi tiltøkum í Føroyum og kanska møtir ein partur ikki upp.
Hetta staðfestir Torbjørn Jacobsen í viðtalu við Kringvarpið í dag. Formaðurin í Kommunufelagnum og borgarstjórin í Runavíkar kommunu varð spurdur um, hví føroyskir kommunustýrislimir skulu til Reykjavíkar á skeið: Hví man ikki hevur skeið um tað at sita í kommunustýri í Føroyum - í Føroyum.
Torbjórn Jacobsen vísir á heldur ringu royndirnar við hesum frá 2021 og 2017. Uppmøtingin í íslendska høvuðsstaðnum er tó góð: Kringvarpið skrivar, at tilsamans eru 174 fólk í ferðalagnum, og er tí talan um meginpartin av kommunustýrislimunum í Føroyum. Tey hava skrætt eina viku úr kalendaranum til hetta skeiðið uttanfyri landoddarnar.
Nøkur íslendsk dømi verða nýtt, sigur formaðurin, ið eisini heldur, at hendan íløgan er lutfalsliga lítil. Hetta í mun við tí ábyrgdini, ið kommunustýrislimirnir sita við í sínum arbeiði.
Íløgan eitur 10.000 krónur fyri hvønn persón. Tað vil siga: 1,7 milliónir krónur samanlagt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald