Eftir smáar tvær vikur í Føroyum fór Logos Hope av Klaksvíkini seint týskvøldið.
Gamla Norrøna lá á Havnini í seks dagar, áðrenn skipið fór til Klaksvíkar.
Í sambandi við vitjanina hjá trúboðaraskipinum, hava ymisk tiltøk verið, og nógv hava vitjað umborð.
Tað var eisini samlaða nakað av fólki við bryggju á vestaru síðuni av Klaksvíkini fyri at siga farvæl við Logos Hope og manningina.
Sangur ljóðaði á bryggjuni, tá Logos Hope loysti, skrivar Norðlýsið. Sum myndir vísa, var talan um kenda sangin "Møtast og Skiljast". Eitt hóskandi farvæl.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald