2022-07-25 08:54
Um ólavsøkuna hevur Stella Zachariassen málningaframsýning í Krosslíð 2 (hornið Grønlandsvegur/Krosslíð) í Havn.
Stella hevur í hesum førum valt at sýna fram eina røð av málningum, sum varpa ljós á sálarliga heilsu, sum ger nógv um seg, eisini heima í Føroyum. Hon kallar framsýningina”Motivatión”.
Málningarnir eru spekkaðir av uppmuntran til ein og hvønn, og eru litfagrir og heitir.
Framsýningin er opin ólavsøkudagarnar og leygardagin frá 14 til 20.
Fleiri málningar hjá Stellu síggjast eisini Facebookvanganum SelviZach Arts https://www.facebook.com/SelviZachArts
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald