Í vikuni varð boðað frá, at Írland fór at lata aftur fyri at minka um smittuspjaðingina í landinum. Talan er um nøkur av teimum strangastu tiltøkunum, sum eru sett í verk í Evropa.
Handlar, sum ikki selja vørur, ið verða mettar at verða alneyðugar, skuldu lata aftur, og heitt varð á fólk um at halda seg heima. Skulu tey út at røra seg, sleppa tey ikki longur vekk enn fimm kilometrar frá heimi sínum.
Tað er heldur ikki loyvt at vitja onnur, hvørki inni ella úti, og samkomur eru avmarkaðar til brúdleyp og jarðarferðir.
Hetta kom í gildi mikudagin og verður galdandi komandi seks vikurnar, skrivar The Guardian.
Tað var orsakað av hesum, at fleiri enn 100 fólk savnaðust at mótmæla í Dublin í gjár, og elvdi hetta til samanbrestir millum mótmælisfólk og løgreglufólk.
Just another day in Irish paradise pic.twitter.com/9ty5KqhPxe
— Fiona Marie Flanagan (@fionamflanagan1) October 22, 2020
11 fólk vórðu handtikin, og kannað verður nú, hvør skipaði fyri tiltakinum. Níggju av teimum handtiknu vórðu skuldsett fyri at órógva almenna friðin, av tí at mótmælið var brot á reglurnar, sum í løtuni bert loyva borgarum at fara heimanifrá, um tey hava alneyðug ørindi.
Sambært miðlinum rt.com vóru øll tey handtiknu millum 20 og 60 ár. Tey eru síðani vorðin leyslatin, og tvey sluppu av stað við einari ávaring.
Ófriðurin vardi heldur ikki leingi. Løgreglan heitti á mótmælisfólkini um at fara hvør til sítt, og nógv aktaðu boðini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald