Uttanlands

Mótmæla ferðafólkum á Kanariuoyggjum

Í fjør vitjaðu 16,2 milliónir ferðafólk vitjaðu oyggjarnar har tað búgva 2,2 milliónir fólk

2024-10-22 08:45 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Íbúgvar á Kanariuoyggjum krevja nú, at ferðafólkavinnan á oyggjunum verður avmarkað. Yvir 8.000 fólk luttóku um vikuskiftið í einum umfatandi mótmælistiltaki móti ferðafólkainnrásini.

“Kanarouoyggjar eru ikki til sølu” róptu tey lokalu á mótmælistiltakinum móti hópturismu á oyggjunum. Skipað varð fyri mótmælistiltøkum á sjey teimum størstu av teimum trettan oyggjunum, sum eru partur av sponsku Kanariuoyggjunum.

Sambært mótmælisfólkunum er stóra talið av ferðafólkum, sum á hvørjum ári streyma til oyggjarnar, ein hóttan móti avmarkaða tilfeinginum á oyggjum og oyðileggjandi fyri umhvørvið.

Hóast stóra týdningin, sum ferðafólkavinnan hevur á búskapin á Kanariuoyggjum, eru tað nógvir borgarar, sum argast inn á, at ferðafólkini eru við til at trýsta bústaðar- og leiguprísirnar upp.

Í tíðarskeiðinum januar til september í ár hava oyggjarnar havt vitjan av 9,9 milliónum ferðafólkum. Í fjør vitjaðu tilsamans 16,2 milliónir ferðafólk Kanariuoyggjar, har tað búgva 2,2 milliónir fólk.

Feðafólk skapa stórar inntøkur til oyggjarnar, men sambært fleiri lokalum fólkum, verða inntøkurnar frá vinnuni ikki býttar javnt. Sambært teimum, fer meginparturin av inntøkunum til stórar fyritøkur, sum ikki eru heimahoyrandi á Kanariuoyggjum, skrivar finska kringvarpið Yle.

- Ríkidømið, sum verður framleitt á oyggjunum verður spjatt um alt Evropa. Íbúgvarnir á Gran Canaria fáa einki afturfyri, sigur Adrian Souza, sum var ein av mótmælisfólkunum í býnum Maspalomas á Gran Canaria.

Eisini í Valencia á spanska meginlandinum vóru hundraðtals mótmælisfólk úti leygardagin í líknandi mótmæli – har tað serliga er høgi bústaðarkostnaðurin, sum er høvuðsevni. Í katalanska stórbýnum, Barcelona, hava fyrr eisini verið mótmæli móti ferðafólkavinnuni, skrivar Yle við AFP og Reuters sum keldum.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder