Innanlands

Mótmæla handfaringina av Suðuroyarleiðini

Ein áhugabólkur fyri betran av Suðuroyarleiðini krevur, at Smyril ikki verður tikin úr sigling, fyrr enn eitt hóskandi avloysaraskip er funnið – Stig eru tikin til undirskriftainsavning, og higartil hava yvir 200 fólk skrivað undir

– Herjólfur kann uppá ongan máta røkja tíðarinnar tørv, og veita nøktandi tænastustøði um Suðuroyarfjørð, og átti ongantíð verði nevndur sum avloysaraskip fyri Smyril, sigur áhugabólkur í Suðuroynni (Savnsmynd: Sverri Egholm)

– Herjólfur kann uppá ongan máta røkja tíðarinnar tørv, og veita nøktandi tænastustøði um Suðuroyarfjørð, og átti ongantíð verði nevndur sum avloysaraskip fyri Smyril, sigur áhugabólkur í Suðuroynni (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-08-07 13:16 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ein áhugabólkur fyri betran av Suðuroyarleiðini mótmælir handfaringina av leiðini og krevur, at Smyril ikki verður tikin úr sigling, fyrr enn eitt javnbjóðis skip á stødd við Smyrli verður fingið at røkja siglingina.

Herjólfur III, ið tekur munandi færri ferðafólk enn Smyril, skal eftir ætlan byrja í sigling fyri Smyril um tvær vikur – 20. august, og fer Herjólfur at avloysa Smyril á leiðini til fyrst í oktober, meðan Smyril er í dokk.

– Fakta er, at tænastustøðið á Suðuroyarleiðini, nú Herjólfur skal avloysa Smyril, hevur ikki verið so lágt og vánaligt, síðani áðrenn 1975, tá Mols ferjurnar vórðu keyptar, skrivar áhugabólkurin sambært Suðurrás.

– Herjólfur er 30 ára gamal, slitið og longu skrottaður í Íslandi. Herjólfur kann uppá ongan máta røkja tíðarinnar tørv, og veita nøktandi tænastustøði um Suðuroyarfjørð, og átti ongantíð verið nevndur sum avloysaraskip fyri Smyril.

Sagt verður, at tolið er uppi hjá teimum, sum búleikast í Suðuroynni, og kravt verður, at Suðuroyarleiðin fær ta neyðugu játtan, sum skal til fyri, at leiðin er á einum nøktandi støði javnbjóðis við aðrar farleiðir.

Umframt at eitt hóskandi avloysaraskip skal finnast fyri Smyril, krevur áhugabólkurin eisini, at landsstýrismaðurin við samferðslumálum tekur stig til, at eitt alment partafelag verður stovnað í inniverandi ári at fyrireika Suðuroyartunnilin, og at neyðuga játtanin verður avsett á løgtingsfíggjarlógini í 2023, so tað verður koyrandi til og úr Suðuroynni í 2030.

Stig eru tikin til eina undirskriftainnsavning, og í skrivandi stund eru 218 undirskriftir komnar inn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder