Fólk í túsundatali leitaðu í gjárkvøldið út á gøturnar í fleiri sponskum býum fyri at vísa teirra vreiði yvir eina hending um vikuskiftið, tá ein ungur maður varð dripin í einum álopi, ið verður sagt at hava homofobisk motir – altso illvilji móti samkyndum.
Í høvuðsstaðnum Madrid savnaðust stórar mannamúgvur á einum torgi í miðbýnum. Í Barcelona gingu fólk mótmælisgongu gjøgnum høvuðsgøtuna við ælabogalittum fløggum.
Tey mótmæltu eina hending, sum fór fram leygarnáttnian í norðurspanska býnum A Corona, tá ein 24 ára gamal maður varð bukaður uttan fyri ein náttklubba.
Hann doyði seinni á sjúkrahúsi orsaka av løstunum hann hevði fingið.
Undir álopinum rópti ein av harðskapsmonnunum, sambært spanska kringvarpinum RTVE, ókvæmisorð um samkynd.
Jose Minones, sum er limur í lokala tinginum í landslutinum har A Coruna liggur, skrivar á Twitter, at løgreglan arbeiðir miðvíst við at finna útav, hvat hendi hesa náttina. Og hann leggur afturat, at álopsmenninir verða ábyrgdaðir fyri hendingina.
Hann er í fleiri miðlum endurgivin fyri at siga, at kanningararbeiðið fer at gera greitt, um orsøkin til harðskapin var homofobisk ella ikki.
Talið av hatursbrotsverkum í sambandi við kynsliga orientering er vaksið í Spania hesi seinastu árini, vísa almenn hagtøl.
Í 2019 skrásettu myndugleikarnir 278 slík brot, tað var ein vøkstur á 8,6 prosent í mun til árið fyri, skrivar Ritzau.
Sambært ES-stovninum fyri grundleggjandi rættindum, verður bert ein brøkpartur av øllum hatursbrotsverkum meldaður til løgregluna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald