Uttanlands

Mótmæla hópferðavinnu á Mallorca

Mótmælini móti hópferðavinnu í Spania halda fram í dag

Í mai varð skipað fyri einum líknandi mótmæli á Mallorca (Mynd: Reuters)

Í mai varð skipað fyri einum líknandi mótmæli á Mallorca (Mynd: Reuters)

2024-07-21 10:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag fara mótmælisfólk aftur út á gøturnar í Mallorca at vísa sína ónøgd við hópferðavinnu.

Tað er felagsskapurin "Menys Turisme, Més Vida" (minni ferðavinna, meira lív, red.), sum sambært fleiri miðlum er fyriskipari.

Hetta er ikki fyrstu ferð, at fólk á Mallorca mótmæla hópferðavinnu, og mótmælt hevur eisini verið aðrastaðni í Spania, m.a. í Malaga, Barcelona og á Kanariuoyggjunum, sum øll eru vælumtókt ferðamál.

Undir einum mótmæli í Barcelona sproytaðu mótmælisfólk vatn á ferðafólk við vatnpistólum, meðan tey rópti "ferðafólk, farið heim".

Sambært sponsku løgregluni luttóku umleið 10.000 fólk í einum líknandi mótmæli í Palma fyrr í ár við slagorðum sum "Mallorca er ikki til sølu". Fyriskiparar meta tó, at talan var um heili 25.000 fólk.

Fleiri milliónir ferðafólk vitja á hvørjum ári støð sum Barcelona, Kanariuoyggjar og Mallorca, og ferðavinnan er týðandi fyri búskapin á m.a. Mallorca.

Tað verður mett, at ferðavinnan stendur fyri umleið 45 prosent av búskapinum á Mallorca. Nógvir íbúgvar stríðast tó við m.a. høgar bústaðarútreiðslur, og nógv klaga um langar bilrøðir, nógvan larm og dálking orsakað av hópferðavinnuni, skrivar Ritzau.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder