Uttanlands

Mótmæla í París fyri 11. viku á rað

223 fólk eru handtikin kring landið

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2019-01-26 19:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Aftur í dag vóru túsundatals fólk farin út á gøtuna í Fraklandi at mótmæla, og fleiri samanbrestir hava eisini verið í franska høvuðsstaðnum millum løgreglufólk og mótmælisfólk í gulum vestum.

Sambært DR, eru 223 fólk eru handtikin kring landið.

Myndir úr París vísa, at bæði vatnkanónir og táragass verður brúkt móti mótmælisfólkunum.

Hetta er 11. leygardagur á rað, at fólk í gulum vestum mótmæla franska stýrið og Emmanuel Macron forseta. Hetta hendir hóast Macron seinastu dagarnar hevur roynt at tosa við fólkið.

Forsetin er komin við "Le Grand Débat", stóra orðaskiftið, sum kemur at vara tveir mánaðar, har politikarar og borgarar hittast til prát kring landið.

Hetta hevur tó ikki steðgað mótmælinum.

Dagført kl. 19.20

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder