Uttanlands

Mótmæla krav um koronupass í Rom

Frá 15. oktober verður koronupass krav á arbeiðsplássum í Italia, og tí fóru túsundatals fólk í gjár út á gøturnar í italska høvuðsstaðnum fyri at vísa sína ónøgd

Fleiri samanbrestir vóru millum mótmælisfólk og løgreglufólk í italska høvuðsstaðnum (Mynd: EPA)

Fleiri samanbrestir vóru millum mótmælisfólk og løgreglufólk í italska høvuðsstaðnum (Mynd: EPA)

2021-10-10 12:47 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Leygardagin fóru tíggjutúsundatals italienarar út á gøtuna í Rom at vísa sína ónøgd við kravið um koronupass.

Síðan august hevur tað verið krav at hava koronupass fyri at sleppa inn á søvn, matstovur og til ítróttatiltøk. 15. oktober verður kravið víðkað til eisini at fevna um øll arbeiðspláss.

Hetta merkir, at um mann ikki hevur eitt pass, kann mann enda við at verða sendur heim frá arbeiði uttan løn, og tað er serliga hetta, sum fólk eru ónøgd við.

Fyri at fáa koronupass skal mann annaðhvørt verða koppsettur, hava havt koronu ella vísa á eina nýggja negativa kanning.

Kravið um koronupass eru longu galdandi fyri øll á heilsuøkinum.

Eitt mótmælisfólk segði í gjár, sambært Ritzau, at italska stjórnin við hesum kravinum í roynd og veru ger tað til eitt krav at lata seg koppseta fyri koronu fyri at koma til arbeiðis.

Eitt annað mótmælisfólk helt tað vera púra burturvið, at hann verður noyddur at gjalda fyri at koma til arbeiðis, tí hann skal gjalda fyri koronukanningar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder