2020-10-31 20:55
Týskarar í túsunda talið hava leygardagin verið á gøtuni og mótmælt ímóti nýggjum korona avmarkingum, ið verða sett í gildi í komandi viku. Tað skrivar TV2.
Mótmæli hava millum annað verið í býunum Dresden, Karlsruhe, Darmstadt og München. Myndugleikarnir meta, at í Dresden vóru fleiri túsund fólk savnað til mótmælini.
Avmarkingarnar merkja millum annað, at barrir, matstovur, biografar, leikhús, ítróttarhallir og undirhaldsstøð lata aftur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald