Innanlands

Mótmæla staðsetingina av nýggju kirkjuni á Argjum í morgin

Í morgin klokkan 15.30 verður skipað fyri mótmmælistiltaki á Vaglinum, sum umboð úr áhugabólkinum "Varðveitið fríøkið við Sandá" skipa fyri

2022-03-23 09:48 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinnapartin í morgin verður skipað fyri mótmælistiltaki á Vaglinum í sambandi við, at málið um staðseting av nýggju kirkjuni á Argjum enn einaferð er sett á skránna fyri býraáðsfundin klokkan 16.

Mótmælið byrjar klokkan 15.30, verður sagt í tíðindaskrivi.

Tað eru umboð fyri áhugabólkin "Varðveitið fríøkið við Sandá", sum skipa fyri.

Á skránni eru røður við Karin Kjølbro, Urd Johannesen, og Jóhann Mortensen. Eisini verður tónleikur við Guðrið Hansdóttir og Benjamin Petersen, umframt felagssangur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder