placeholder
Uttanlands

Mótmæli í Minsk: 120 handtikin og ein latið lív

Á forsetavalinum í Hvítarusslandi sunnudagin, fekk sitandi forsetin gott 80 prosent av atkvøðunum, sambært landsins valnevnd – Hetta hevur elvt til samanbrestir millum løgreglu og mótmælisfólk

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2020-08-10 09:32 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í Hvítarusslandi eru í minsta lagi 120 fólk handtikin, og í minsta lagi ein persónur hevur latið lív undir ógvusligu mótmælunum í høvuðsstaðnum Minsk í sambandi við forsetavalið í gjár.

Aleksandr Lukasjenko, sum síðan 1994 hevur verið forseti í landinum, sum ofta verður rópt síðsta einaveldið í Evropa, varð lýstur sum vinnari. Sambært valnevndini í Hvítarusslandi fekk hann gott 80 prosent av atkvøðunum.

Fleiri av mótvalevnunum og politisku mótstøðufólkunum hjá Lukasjenko vórðu handtikin undan valið í gjár.

Eftir stóð Svetlana Tikhanovskaja, ein 37 ára gomul stríðskvinna og bloggari, sum besta alternativið. Sambært valnevndini fekk hon 9,9 prosent av atkvøðunum, men hetta úrslitið góðtekur hon ikki, og samsvarar hetta ikki við veruleikan, sigur hon sambært Ritzau.

Støðan elvdi til samanbrestir millum løgreglu og mótmælisfólk í gjárkvøldið. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder