Uttanlands

Mótmæli í Myanmar: Herurin brúkar vatnkanónir

Í dag savnast túsundatals fólk aftur á gøtunum fyri at krevja, at Aung San Suu Kyi verður leyslatin

Aung San Suu Kyi (Savnsmynd)

Aung San Suu Kyi (Savnsmynd)

2021-02-08 08:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Mótmælini í Myanmar í dag eru tey higartil størstu, sum hava verið, síðan herurin tók valdið fyri viku síðani.

Hetta hevur nú fingið herin at brúka vatnkanónir móti mannamúgvuni. Higartil hevur herurin annars hildið seg frá at brúka harðskap undir mótmælunum, skrivar Ritzau.

Tað var fyri júst einari viku síðani, mánadagin 1. februar, at herurin handtók landsins leiðara Aung San Suu Kyi og tók valdið í landinum. Mótmælisfólkini krevja, at hon verður leyslatin umgangandi.

Í dag verður millum annað mótmælt í høvuðsstaðnum Naypyidaw, ið hevur uml. eina mió. íbúgvar. Har hava túsundatals fólk verið úti á gøtunum, og er tað eisini har, at herurin hevur tikið vatnkanónirnar í brúk.

Orsøkin til kvettið, sambært herinum, var, at valsvik varð framt í sambandi við tjóðartingsvalið í Myanmar í november. Tá fekk flokkurin hjá Aung San Suu Kyi, NLD 83 prosent av atkvøðunum, meðan hernaðarflokkurin, USDP, bert fekk sjey prosent.

Báði eygleiðarar og valnevndin í Myanmar hevur tó víst aftur, at valsvik skal hava verið framt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder