Uttanlands

Mótmælið í Kanada spjatt seg til fleiri stórbýir

Fyriskiparar av mótmælinum, sum byrjaði sum ein mótmæliskoyring í vestara parti av Kanada síðst í januar, siga, at teir ikki ætla at flyta seg, fyrr enn kravið um koronukoppseting av lastbilførarum er sett úr gildi

Vegirnir blokeraðir í høvuðsstaðnum Ottawa (Mynd: EPA)

Vegirnir blokeraðir í høvuðsstaðnum Ottawa (Mynd: EPA)

2022-02-07 10:36 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Túsundatals lastbilar blokera í hesum døgum fleiri vegir í kanadisku stórbýunum. Síðan seinasta vikuskifti hevur verið skipað fyri umfatandi mótmælum ímóti koppsetingarkrøvunum hjá kanadisku stjórnini.

Mótmælið byrjaði í høvuðsstaðnum Ottawa síðst í januar sum aftursvar til eitt krav fyri lastbilførarar, sum koyra um markið millum USA og Kanada. Er ein førari ikki liðugt koppsettur fyri koronu, skal hann í sóttarhald, tá hann kemur aftur til Kanada.

Mótmælið hevur síðani spjatt seg til m.a. Toronto og Quebec, og hevur tað ment seg til eitt mótmæli móti øllum koronupolitikkinum hjá stjórnini.

Sambært Sky News hevur borgarstjórin í Ottawa lýst undantaksstøðu í býnum, tí hann so at siga er lagdur lamin. Mótmælini eru ein hóttin fyri trygdina hjá íbúgvunum, sigur hann.

Kanadiska løgreglan kannar í løtuni yvir 60 mál, sum hava samband við mótmælini. Hesi snúgva seg í høvuðsheitum um stuldur, hatursbrotsverk og herverk.

Fyriskiparar av mótmælinum, sum byrjaði sum mótmæliskoyring í vestara parti av Kanada fyri góðari viku síðani, siga, at teir ikki ætla at flyta seg, áðrenn koppsetingarkravið er sett úr gildi.

Kanadiski forsætisráðharrin, Justin Trudeau varð saman við familju fluttur úr heimi sínum í Ottawa farna vikuskifti av trygdarávum. Hann skal í løtuni eitast at vera avbyrgdur, eftir at hann fekk staðfest koronu í síðstu viku. Hvar hann er staddur í løtuni, er ikki upplýst.

Justin Trudeau hevur sagt, at hann ikki ætlar at seta herin inn fyri at steðga mótmælinum. Eisini hevur hann sagt, at mótmælisfólkini umboða ein minniluta, og letur stjórnin seg ikki ræða.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder