Herurin í Myanmar roynir av øllum alvi at støðga mótmælisgongunum, sum eru í landinum í hesum døgum. Men í dag eru fólk aftur úti á gøtunum.
Mótmælisfólk hava í dag savnað seg í størsta býnum í landinum, Yangon, fyri at mótmæla, at herurin hevur tikið leiðsluna í landinum.
Herurin boðaði annars í gjár frá, at herurin fer at brúka harðskap um neyðugt fyri at berja mótmælini niður.
Tað er bannað at savnast fleiri enn fimm fólk í Myanmar, og hernaðarstýrið hevur eisini sett í verk útigongubann millum klokkan 20 og 04 á fleiri støðum, eitt nú í pørtum av Yangon.
Í einum filmsbroti, ið er almannakunngjørt á Facebook sæst, at løgreglan í býnum brúkar vatnkanónir móti mótmælisfólkumum. Eisini í gjár varð hesin mátur brúktur fyri at spjaða mannamúgvurnar, skrivar AFP.
Tað tykist, sum fólkini ikki óttast vatnkanónir, men halda áfram við at mótmæla, meðan tey rópa,: Steðgið hernaðarstýrnum.
Í San Chaung-býarpartinum í Yangon eru umleið 200 lærarar savnaðir undir hermerkinum: Vit lærarar vilja hava rættvísi.
Fleiri av mótmælisfólkunum eru í reyðum klæðum, sum eisini er liturin hjá politiska flokkinum hjá Aung San Suu Kyi.
Hetta er fjórði dagur á rað, at fólkið í Myanmar fer út á gøturnar at mótmæla hernaðarkvettið móti demokratiskt valda leiðaranum, Aung San Suu Kyi. Tað eru tíggju ár síðan, at fólkaræði varð innført í landinum.
Herurin sigur, at tað varð snýtt á tjóðartingsvalinum í november. Tá vann flokkurin hjá Aung San Suu Kyi, NLD, við 83 prosentum av atkvøðunum, meðan flokkurin hjá herinum, USDP, einans fekk sjey prosent.
Bæði altjóða eygleiðarar og valnevndin í landinum vísa skuldsetingunum um valsvik aftur, skrivar AFP.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald