Uttanlands

Mótmælisfólkini skjóta við boga og píl

Einki bendir á at ófriðurin í Hong Kong, ið hevur vart í eitt hálvt ár, fer at halda uppat

(Mynd: Scanpix)

(Mynd: Scanpix)

2019-11-17 17:39 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

Aftur í dag eru harðir samanbrestir ímillum løgregluna og mótmælisfólkini, ið nú eisini eru farin at nýta boga og píl í samanbrestinum.

Ongar ábendingar eru um at ófriðurin fer at halda uppat. Í dag eru samanbrestir við eitt skúlaøki í Hung Hon økinum mitt í býnum.

Løgreglan hevur kringsett øki har mótmælisfólkini hava byrgt fyri. Mótmælisfólkini kasta við steinum og molotovfløskum. Eisini hava mótmælisfólkini teir síðstu dagarnar nýtt boga og píl í samanbrestinum. Løgreglan svara aftur við táragassi og vatnkanónum.

Í samanbrestinum varð ein løgreglumaður løstaður av einum píli, og endaði á sjúkrahúsinum.

Ófriðurin í Hong Kong byrjaði í mars, tá stjórnin kom við einum umstríddum uppskotið, ið skuldi gera tað møguligt hjá Kina fáa útlevera fólk, ið eru undir illgruna fyri brotsgerðir til avhoyringar.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder