Innanlands

Mótmælistiltak á Vaglinum: Varðveitið fólksins ogn

Klokkan 16 skipa andstøðuflokkar og onnur fyri mótmælistiltaki. Tey mótmæla millum annað, at fiskivinnan skal vera fyri nøkur frá útvald reiðarí

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2019-12-18 20:57 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í morgin klokkan 16 skipa fólk og flokkar fyri mótmælisgongu á Vaglinum í Havn. Á skránni verður tónleikur við Sámali Ravnsfjall og røður.

Grundgevingarnar ljóða soleiðis:

- Vit mótmæla, at ein maður skal sleppa at avgera, hvør skal hava ríkidømið hjá okkum øllum komandi 12 árini.  Vit mótmæla, at fiskivinnan skal vera fyri nøkur fá útvald reiðarí.

- Vit mótmæla, at privatpersónar skulu kunna selja fiskiloyvir fyri hundraðtals milliónir, sum tey hava fingið ókeypis frá landinum. Vit mótmæla, at útlendingar aftur kunnu eiga ein stóran part av føroyska fiskatilfeinginum.

- Vit mótmæla, at ríkidømið hjá okkum øllum skal savnast á heilt fáum hondum, heldur enn at koma øllum samfelagnum til góðar.

Mótmælistiltakið verður á Vaglinum í Havn í morgin seinnapartin klokkan 16.

Lógin um sjófeingi verður viðgjørd í tinginum í morgin. Tingfundurin byrjar klokkan 10, og væntast kann at orðaskiftið verður drúgt, og at hann framvegis er í gongd tá tiltakið fer í gongd klokkan 16.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder