Uttanlands

Mótmæltu fosturtøkulógina í Póllandi

Ein barnakona doyði í september av blóðeitran, og hetta elvdi til stór mótmæli í pólskum býum um vikuskiftið – Myndugleikarnir í landinum hava nú gjørt sjúkrahúsunum greitt, at fosturtøka er loyvd, um lív og heilsa hjá kvinnuni er í vanda

Mótmælisfólk í Krakow (Mynd: EPA)

Mótmælisfólk í Krakow (Mynd: EPA)

2021-11-08 17:24 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Leygardagin savnaðust túsundatals fólk í fleiri pólskum býum at mótmæla strangu fosturtøkulógina í landinum.

Tað, sum hevur skapt øsing millum fólk, er, at ein 30 ára gomul barnakona í september doyði av blóðeitran á einum sjúkrahúsi í býnum Pszczyna.

Kvinnan var í 22. viku av viðgongutíðini, tá vatnið hjá henni fór, og hon leitaði sær hjálp á sjúkrahúsinum. Áðrenn høvdu fleiri skanningar víst, at okkurt val galið við fostrinum. Men av tí at hjartaslátturin hjá fostrinum enn hoyrdist, noktaðu læknarnir at taka tað.

Men tá ein skanning síðani vísti, at fostrið var deytt, avgjørdu læknar at fremja ein keisaraskurð. Men kvinnan doyði á veg til skurðstovuna, hóast læknar royndu at bjarga henni.

Familjan hjá kvinnuni sigur, at læknarnir bert hugsaðu um at bjarga fostrinum, og var tað fosturtøkulóggávan í landinum, sum var orsøkin til, at hon doyði, skrivar Ritzau.

Ein avgerð hjá einum pólskum dómsstóli í januar avmarkaði rættin til fosturtøku í landinum. Fosturtøka er bert loyvd, um talan hevur verið um neyðtøku, blóðskemd, ella um lívið hjá barnakonuni er í vanda.

Mótmælisfólkini vildu m.a. vera við, at fosturtøkulógin drepur pólskar kvinnur. Sambært talsfólki hjá pólsku stjórnini er talan tó um eitt mistak framt av læknunum, og verða nýggjar leiðbeiningar sendar út til sjúkrahúsini.

DR skrivar, at pólska heilsumálaráðið nú hevur gjørt pólskum læknum greitt, at fosturtøka er loyvd, tá lív og heilsa hjá barnakonuni er í vanda.

Læknarnir hjá kvinnuni, sum doyði í september, eru nú koyrdir, og málið verður nú kannað nærri.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder