Uttanlands

Mótmæltu hópferðavinnu í Malaga

Sambært lokalum miðlum er talan um eitt av størstu mótmælunum í Malaga í nýggjari tíð

2024-06-30 15:55 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Leygardagin savnaðust túsundatals íbúgvar í suðurspanska býnum Malaga at mótmæla øktu ferðavinnuna og minkandi bústaðarútboðið í býnum.

Mótmælisfólkini gingu gjøgnum miðbýin við skeltum við orðingum sum "Malaga er ikki til sølu" og "Hetta er ikki ferðavinna. Hetta er ein innrás".

Sambært spanska leigarafelagnum Sindicato de Inquilinos e Inquilinas (SII), sum skipaði fyri mótmælinum, møttu fleiri enn 25.000 fólk upp at mótmæla. Sambært spanska blaðnum El Pais vóru tó bert talan um 15.000 fólk.

Fleiri miðlar eru tó samdir um, at hetta var eitt av størstu mótmælunum í Malaga í nýggjari tíð.

Sambært SII hevur vaksandi ferðafólkatalið við sær, at fleiri og fleiri bústaðir í Malaga gerast frítíðar- íbúðir og hús, og tí mangla bústaðir til tey lokalu.

Í Malaga eru fleiri enn 12.000 bústaðir skrásettir sum frítíðarbústaðir. Tað eru bert høvuðsstaðurin Madrid og Barcelona, sum eisini er eitt vælumtókt ferðamál, sum hava fleiri skrásettar frítíðarbústaðir, men bæði Madrid og Barcelona eru eisini munandi størri enn Malaga, skrivar Ritzau.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder