Leygardagin vóru nærum 40.000 fólk farin á gøturnar í Eysturríki fyri at mótmæla nýggju koronutiltøkini í landinum, sum komu í gildi mánadagin, og ætlanina at gera koronukoppseting til krav.
Størsta mótmælið var í býnum Graz, ið er næststørsti býur í Eysturríki. Har var talið á mótmælisfólkum um tey 30.000.
Eisini varð mótmælt í býunum Sankt Pölten, Klagenfurt og Innsbruck.
Mótmælið gekk tó rættiliga friðarliga fyri seg, hóast nógv av mótmælisfólkunum ikki brúktu munnbind, verður upplýst av myndugleikunum.
Eysturríki hevur verið heilt afturlatið síðan mánadagin, og eysturríkska stjórnin hevur eisini boðað frá ætlanini um at gera koppseting til eitt krav frá februar. Sambært Ritzau verður lógaruppskot um hetta lagt fram í seinnu viku av desember.
Seinasta vikuskifti elvdu nýggju tiltøkini eisini til stór mótmæli í høvuðsstaðnum Wien. Miðskeiðis í november lat Eysturríki aftur fyri ókoppsettum borgarum, men seinni lat landið fullkomiliga aftur – eisini fyri teimum koppsettu.
Tiltøkini vórðu sett í verk, eftir at Eysturríki hevði havt eitt longri tíðarskeið við øktum smittutrýsti. Væntandi vara tiltøkini fram til 13. desember.
Uml. tveir triðingar av Eysturríkska fólkinum eru liðugt koppsett, men sum kunnugt, ætlar Eysturríki í februar, sum tað fyrsta landið í ES, at gera koppseting fyri koronu til krav. Sambært eysturríkskum miðlum merkir hetta, at fólk, sum eftir 1. februar ikki lata seg koppseta, eru í vanda fyri at fáa eina bót ella fongsulsrevsing.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald