Í gjár savnaðust túsundatals mótmælisfólk í kanadiska høvuðsstaðnum Ottawa at mómæla eitt koppsetingarkrav, sum kanadiska stjórnin setti í gildi fyrr í hesum mánaðinum.
Talan er um eitt krav fyri lastbilførarar, sum koyra um markið millum USA og Kanada. Er ein førari ikki liðugt koppsettur fyri koronu, skal hann í sóttarhald, tá hann kemur aftur til Kanada.
Hetta fekk fleiri lastbilførarar at skipa fyri mótmæliskoyring, sum byrjaði í vestara parti av Kanada. Tað endaði tó sum eitt mótmæli móti øllum koronupolitikkinum hjá stjórnini, sum sambært mótmælisfólkunum er farin ov langt. Tí savnaðust túsundatals fólk uttanfyri tjóðartingsbygningin í Ottawa í gjár.
Sambært tíðindastovuni Reuters hevði harði retorikkurin hjá fyriskiparum fingið løgregluna at stúra fyri, at tað kundi enda við harðskapi, og var løgreglan tí væl mannað í Ottawa. Tað gekk tó sum heild friðarliga fyri seg.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald