Uttanlands

Mótmæltu koppsetingarkrav í Wien

Leygardagin fóru uml. 44.000 eysturríkarar á gøtuna í Wien at mótmæla koronutiltøkini hjá eysturríksku stjórnini

Seinastu vikurnar hava mótmæli verið í eysturríkska høvuðsstaðnum (Mynd: EPA)

Seinastu vikurnar hava mótmæli verið í eysturríkska høvuðsstaðnum (Mynd: EPA)

2021-12-12 10:55 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Leygardagin høvu tíggjutúsundatals fólk leitað sær út á gøturnar í eysturríkska høvuðsstaðnum Wien fyri at mótmæla koronutiltøkini í landinum.

Sambært lokalu løgregluni luttóku uml. 44.000 fólk í mótmælinum. Eisini varð skipað fyri smærri mótmælum í øðrum býum.

Hetta er fjórða vikuskifti á rað, at fólk mótmæla koronutiltøkini í landinum. Eitt, sum serliga hevur skapt øsing, er, at Eysturríki, sum tað fyrsta ES-landið, kemur við kravi um koppseting og um at fólk skulu halda seg heima.

Frá í dag sleppa tey, sum eru liðugt koppsett, aftur at fara úr heiminum, meðan restin av fólkinum framvegis verður biðin um at halda seg heima, skrivar Ritzau.

Koppsetingarkravið verður galdandi í februar fyri borgarar yvir 14 ár. Fólk, sum av heilsuávum ikki kunnu lata seg koppseta, eru tó undantikin.

Eysturríkska stjórnin hevur undirstrikað, at eingin verður tvungin at lata seg koppseta. Tó kunnu tey, sum nokta, enda við at fáa bøtur á 600 evrur (4.460 krónur). Hendan upphæddin kann síðani hækkast til 3.600 evrur (26.770 krónur), verður fyrsta bótin ikki rindað.

Í Eysturríki búgva 8,9 milliónir fólk, og uml. 68 prosent av teimum eru liðugt koppsett. Hetta talið er millum tey lægstu í Evropa.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder