Í gjár høvdu túsundatals fólk í fleiri evropeiskum býum leitað sær út á gøturnar at vísa sína ónøgd við koronutiltøkini, sum leggja trýst á fólk fyri at fáa tey at koppseta seg, m.a. koppsetingarpassið. Tað skrivar Ritzau.
Í fleiri svenskum býum, m.a. Stockholm og Göteborg, savnaðust fólk at mótmæla. í svenska høvuðsstaðnum var talan um eini 8.-9.000 fólk.
Eisini í Týsklandi varð skipað fyri stórum mótmælistiltøkum. Fleiri staðni vóru samanbrestir, men sum heild gekk alt friðarliga fyri seg.
Í Fraklandi metir innlendismálaráðið, at eini 38.000 fólk mótmæltu koppsetingarpassið, sum frá mánadegnum verður krav nógva staðni í almenna rúminum.
Størsta mótmælið var í París, har gott 5.000 fólk luttóku.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald