Uttanlands

Mótmæltu koronatiltøk í Wien

Hóast mótmælisforboð varð sett í verk, savnaðust túsundatals fólk kortini í eysturríkska høvuðsstaðnum í gjár at mótmæla nýggj koronatiltøk

Her sæst løgreglan í Wien í sambandi við einum øðrum mótmælistiltaki í oktober (Mynd: EPA)

Her sæst løgreglan í Wien í sambandi við einum øðrum mótmælistiltaki í oktober (Mynd: EPA)

2021-02-01 08:15 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Sunnudagin savnaðust túsundatals fólk á gøtunum í eysturríkska høvuðsstaðnum Wien at mótmæla koronatiltøkini í landinum.

Leygardagin boðaði løgreglan frá, at eitt mótmælisforboð varð sett í verk, eftir at áleið 10.000 fólk luttóku í einum øðrum mótmælistiltaki tíðliga í januar.

Hetta forðaði tó ikki fólkinum í at mótmæla aftur. Í gjár var tað høgravendi frælsisflokkurin (FPÖ), sum skipaði fyri mótmælinum. Mannamúgvan blokeraði ferðslu og vegir, og nógv teirra hvørki brúktu munnbind ella hildu frástøðu, sum annars var krav.

Mótmælið varð skipað í sambandi við, at landið lat aftur fyri triðju ferð og setti eina røð av tiltøkum í verk fyri at minka um smittuspjaðingina. Sambært Ritzau søkti FPÖ tvær ferðir um loyvi at skipa fyri mótmælistiltaki, men fekk noktandi svar.

Fýra løgreglufólk vórðu særd í ófriðinum um vikuskiftið, og umleið 10 mótmælisfólk vórðu handtikin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder