Uttanlands

Mótmæltu uttanfyri Kongressina – Fá fólk møttu upp

Heitið á mótmælinum, sum Trump-viðhaldsfólk høvdu skipað fyri, var "Justice for J6", ið sipaði til álopið á Kongressina 6. januar

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2021-09-19 11:23 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Løgregla og herfólk frá tjóðarhirðini vóru væl mannaði uttanfyri kongressina í Washington D.C. í gjár í sambandi við, at viðhaldsfólk hjá fyrrverandi amerikanska forsetanum, Donald Trump høvdu boðað frá einum nýggjum mótmælistiltaki á staðnum.

Fyriskiparar høvdu væntað um 700 luttakarar, men millum 100 og 200 fólk møttu upp fyri at mótmæla, at Donald Trump varð koyrdur frá sum forseti orsakað av valsvik, skrivar Ritzau.

Heitið á mótmælinum var "Justice for J6" (rættvísi fyri tey, ið vórðu ákærd fyri at fremja herverk á Kongressina í sambandi við álopið 6. januar).

6. januar eydnaðist tað einari stórari mannamúgvu at troka seg inn í Kongressina. Endamálið var at forða politikarum í at góðkenna, at demokraturin Joe Biden hevði vunnið forsetvalið í november í fjør. Fleiri republikanarar vilja framvegis vera við, at umfatandi valsvik varð framt í sambandi við forsetavalið.

Hegnið rundanum Kongressbygningin, Capitol Hill kom upp aftur, og 100 herfólk frá Tjóðarhirðini stóðu á varðhaldi. Hetta var, sambært fyriskipara, Cara Castronueva, ein av orsøkunum til, at uppmøtingin var so lítil í gjár.

Tað er stór skomm at spjaða ótta fyri at fáa fólk til at halda seg burtur, segði Castronueva sambært New York Times.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder