2024-03-29 08:01
Í gjárkvøldið fekk løgreglan fráboðan um eitt soloóhapp á landscegnum millum Velbastað og Syðradal.
Førarin var dottin og talan var um eitt sonevnt soloóhapp, har einki annað akfar var innblandað. Helst hevur førarin mist tamarhaldið á motorsúkkluni og er dottin.
Av løgreglustøðini í morgun verður sagt, at førarin ikki fekk álvarsligan skaða, men hann varð kortini koyrdur á sjúkrahús til nærri kanningar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald