2021-02-03 21:37

Ein motorur á einum trolara, sum hevur ligið leingi við bryggjuna hjá Mest í Havn, hevði við sær útrykning á Vestaru bryggju í kvøld.
VP skrivar, at ein brestur hoyrdist, og sást nógvur roykur á skipasmiðjuni.
Buldrið kom frá motorinum, sum ikki hevur verið virkin leingi. Eingin skaði stóðst av hesum, sigur vakthavandi á løgreglustøðini við vp.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald