Fleiri fyrrverandi amerikanskir ráðharrar hava skrivað undir eina eina áheitan, sum vísir á, at Donald Trump, forseti, ikki hevur heimild fyri at lýsa undantaksstøðu vegna kreppu. Millum tey, sum hava skrivað undir, eru fyrrverandi uttanríkisráðharrararnir Madeleine Albright og John Kerry, skriva AP tíðindastovan og Washington Post.
Ætlandi skal skrivið almannakunngerast seinni í dag.
Eisini fyrrverandi verjumálaráðharrarnir, Chuck Hagel og Leon Panetta og fyrrverandi trygdarmálaráðharrin, Janet Napolitano, eru millum tey 58, sum hava skrivað undir.
Hesi 58 umboða báðar síður í politiska landslagnum. Republikanarin, Chuck Hagel, gjørdi tænastu undir bæði George W. Bush og Barack Obama.
Í skrivinum, sum er 11 síður, verður millum annað sagt, at tað ikki er nakað ítøkiligt grundarlag fyri at lýsa kreppustøðu í landinum.
Trump lýsti indantaksstøðu fyri eini tíð síðani fyri at geva sær sjálvum víðkaða heimild, eitt nú til at finna fígging fyri múrinum á markinum til Meksiko.
Umstrídda ætlanin var ein partur av vallyftunum hjá Trump frá byrjan av, men enn er ikki eydnast honum at fáa fíggingina gjøgnum Umboðsmannatingið, har demokratarnir hava mfieiluta.
Kongressin hinvegin hevur játtað 1,4 milliardir til trygdartiltøk fram við landamarkinum, men trump krevur fýra ferðir so nógv fyri at kunnu byggja múrin.
Hesa vikuna skal Kongressin atkvøða um eina uppskot til samtyktar móti undantaksstøðuni. Uppskotið verður væntandi samtykt í Umboðsmannatinginum, men enn er óvist hvat fer at henda í Senatinum, har republikanararnir framvegis hava meirilutan.
Trump hevur sagt ætla at brúka sýtingarrætt sín, um málið kemur á hansara borð. Hann kennir seg vísan í, at Kongressin ikki megnar at støðga honum um hann leggur veto, tí so kravur tað ein meiriluta á tveir triðingar í báðum tingkømrunum.
Kjakið um undantakslýsingina gongur eisini sína leið í rættarskipanini. Kalifornia og 15 aðrir statir hava saksøkt stjórnini hjá Trump fyri grundlógarbrot við at lýsa tjóðarkreppu uttan at nøkur kreppa finst, skrivar NTB-tíðindastovan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald