Innanlands

Mótstøðumenninir hjá Føroyum eru lendir

Í morgun er gongd komin á flogferðsluna aftur í Vágum. Eitt flogfar lendi eftir at hava flogið í seks og ein hálvan tíma úr Astana.

Mynd: fae.fo

Mynd: fae.fo

2026-09-25 09:55 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjár bar so at siga einki til vegna nógvan vind og keðilig ætt. Men nú veðrið frægari, og higartil í dag eru trý flogfør lend í Vágum.

Talan er um tvey rutuflogfør hjá Atlantic Airways og eitt hjá Scat Air. 

Sí yvirlit her

Síðstnevnda er leiguflogfar, sum fótbóltssambandið í Kasakstan hevur leigað. Hetta í sambandi við landsdystin á Tórsvølli leygardagin klokkan 17. Tá tekur føroyska manslandsliðið ímóti í fyrsta dystinum í Nations League 2026.

Flogfarið skuldi lenda tíðliga í gjárkvøldið, men tað fór ongantíð úr Astana. Hetta tí at man visti, at umstøðurnar ikki vóru til tað í Vágum.

Sí eisini: Ætla at lenda fríggjamorgunin - spæla móti Føroyum leygardagin

Farið var ístaðin úr høvuðsstaðnum í Kasakstan í nátt. Flogtúrurin tók beint yvir seks og ein hálvan tíma.

Seks flogfør afturat lenda eftir ætlan á Vága Floghavn, umframt at fleiri fara avstað.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder