Karl Weihe tjekkaði hesa vikuna inn í norska "Paradise Hotel". Og hann er av álvara komin inn í taktiska spælið á hotellinum, tí hann eftir fáar dagar tveitti roynda luttakaran Mario Rieira út.
Hetta er ikki fallið í góða jørð hjá øllum.
- Nú eg havi fingið ein stóran spælara og persónligheit út, eru tað sjálvandi fólk, sum hava muta ímóti. So tað er meira hatur enn vanligt, sigur 22 ára gamli sandavágsingurin við Realityportalin.
- Eg havi fingið ljót boð um, at eg skal doyggja og alt møguligt, sigur hann
- Tað er ógvusligt, men eg taki mær ikki av tí, tíbetur. Tað er tílíkt, man má rokna við, tá man er við í reality. Man má vera sterkur av lyndi, sigur Karl Weihe.
(Mynd: Viaplay)
Karl Weihe og norðmaðurin, hann tveitt út, Mario Rieira, eru tó væl í dag. Norðmaðurin hevur júst verið á vitjan hjá Karl Weihe og vinmanninum frá Ex on the Beach, Hugo Collette.
Tríggir nýggir partar av Paradise Hotel koma út á Viaplay sunnukvøld klokkan 23.
Les eisini: Karl Weihe: - Eg elski norskar damur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald