Innanlands

Móttøka: Depilin fyri staðsetingarfrøði settur á stovn

Móttøka við fyrilestrum verður fríggjadagin í Kongshøll – Evnið er landmáting í sambandi við undirsjóvartunlar

(Mynd: setur.fo)

(Mynd: setur.fo)

2022-06-16 12:59 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Móttøka við fyrilestrum verður á Fróðskaparsetrinum fríggjadagin í sambandi við, at Depilin fyri staðsetingarfrøði (GCFI – Geospatial Centre of the Faroe Islands) verður settur á stovn.

Tiltakið verður í morgin klokkan 14.30 í Kongshøll í Sjóvinnuhúsinum á Vestaru bryggju, og evnið verður landmáting í sambandi við undirsjóvartunlar.

– Staðsetingardátur verða brúktar í nógvum samanhangum. Land- og sjókortdeildin á Umhvørvisstovuni tekur sær av at gera landkort og sjókort, síðani vit yvirtóku málsøkini í 2019 og 2020. Hetta ger tað umráðandi fyri okkum at menna og savna vitan um staðsetingarfrøði í Føroyum. Nógv virksemi er á økinum um staðsetingarfrøði, t.d. menning av vegakervinum, tunnilskonstruktiónir og konstruktiónir sum heild. Í løtuni verða fakfólk ofta leigað heim higar úr útlondum til størru verkætlanirnar. Við deplinum vilja vit byggja upp vitan og dugnaskap á økinum, skrivar Fróðskaparsetrið.

– Depilin fer at stuðla uppundir, at verkfrøðingar og landmátarar í Føroyum fáa ein pall at samskifta á. Hesin pallur er týdningarmikil, av tí at staðsetingarøkið í Føroyum er sett saman av smáum eindum, ið ikki hava eitt alment fakligt forum.

– Við øðrum orðum er endamálið við deplinum at hava eitt stað, har tey, ið arbeiða við staðsetingarfrøði kunnu savnast um felags áhugamál. Hetta kann vera landmáting, GNSS, GIS, kortlegging o.s.fr.

Depilin er eitt samstarv millum Umhvørvisstovuna, Fróðskaparsetur Føroya og Landsverk.

Skráin fyri tiltakið

14.30 Gethin W. Roberts, leiðari fyri Deplinum fyri staðsetingarfrøði og dátuserfrøðingur á Umhvørvisstovuni: Vælkomin & kunning

14.45 Magnus Rasmussen, landsstýrismaður í umhvørvis- og vinnumálum: Setanarrøða

15.00 Stein Fossá, landinspektørur á Umhvørvisstovuni: Uppmáting av fixpunktum við tunnilsmunnarnar

15.20 Tomasz Rylski, verkfrøðingur hjá NCC: Uppmáting í sambandi við vegagerð og byggiarbeiði í tunlum. Eisini verður komið inn á BIM-modell og dronur í hesum sambandi

16.00 Irena Áarberg, staðsetingarfrøðingur á Umhvørvisstovuni: Samanumtøka og framtíðarætlanir

16.10 Ábit

Neyðugt er at boða frá luttøku frammanundan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder