
29.januar 1922 varð Føroya fyrsta kvinnuliga arbeiðarafelag stovnað á Tvøroyri, og fekk tað navnið Fiskepigernes Fagforening.
Í ár hevur felagið hátíðarhildið 100 ára stovningardagin við framsýning og veitslu, og nógv hevur verið gjørt burturúr.
Í gjár vóru umboð fyri Fiskepigernes Fagforening boðin inn í býráðssalin, har kommunustjórin, Fróði Mortensen, segði nøkur orð og handaði felagnum eina peningagávu vegna Tvøroyrar Býráð, áljóðandi 20.000 krónur,
Til staðar vegna Fiskepigernes Fagforening vóru Sunrid Vang, forkvinna, Ása Ludvig, Grete Albinus og Vár Hansen.
Felagið er enn virkið og hóast tíðirnar eru øðrvísi nú, enn í fíggjarliga trongu ’20-unum, so er endamálið tað sama: At betra um livikorini hjá verkamanninum á landi
Tvøroyrar kommuna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald